
Daniel Williams
21. mar. 2025
Lógarmismur verður gjørdur fyri fólk á privata arbeiðsmarknaðinum
Sjúkradagpeningaskipanin eigur at broytast soleiðis, at tú fært tína vanligu løn, um tú gerst sjúkur. Í dag er skipanin soleiðis at fellir tú inn undir lógina um starvsmenn, so hevur tú lógartryggjaðan rætt til løn undir sjúku, men fellur tú undir lógina um sjúkradagpening, so fært tú einans tað sum svarar til 80% av grundlønini hjá einum arbeiðara.
Hetta er ein lógarskaptur mismunur, sum eigur at vera rættaður. Hví skulu verkafólk á privata arbeiðsmarknaðinum vera verri stillaði enn onnur, sum starvast í handli ella á skrivstovu? Feløgini handan verkafólk halda, at løgtingið eigur at tryggja løntakarum somu rættindi og ikki áhaldandi halda fast um lógarfestar mismunir, sum raka hart runt um í landinum.
Vit tosa ikki um at fáa serrættindi, men um at fáa somu rættindi.