Verkafólk
Átaksmerkið fyri Verkafólk er grafiskt einfalt og avsendarin er greiður. Ein hond - ein knýttur nevi - ið leiðir okkum aftur í tíðina, har arbeiðararørslurnar hava sín uppruna. Einki verkafólk hevur fingið síni rættindi uttan áhaldni og stríð, og til at víðka og verja hesi, skulu fakfeløg til. Hetta er átaks merkið ein áminning um. Eisini er guli liturin mangan sjónligur í virkseminum hjá verkafólki.
Verkafólk eru allastaðni, og verkafólk spara seg ikki í sínum arbeiði - tvørturímóti verður mangan lagt nógv fyri, soleiðis at alt verður gjørt. Á hesi síðuni kanst tú kunna teg um alt arbeiði verkafólk standa fyri, her vera vangamyndir o.a. kunningartilfar. Eisini ber til at kunna seg nærri um feløgini handan Verkafólk!








Samstarva breitt
Samstarvið millum arbeiðarafeløgini hevur verið gott, og í 1980'unum byrjaðu fyrstu arbeiðarafeløgini at samráðast saman. Seinastu 24 árini hava arbeiðarafeløg verið saman til sáttmálasamráðingar, og tí var avgjørt at formaliserað samráðingarsamstarvið. Hetta samstarvið riggaði somikið væl, at avgjørt var at fara til felags samráðingar í 2024 undir heitinum Verkafólk og við nýggjum búmerki. Limir okkar tóku sera væl ímóti hesum, og kendu seg hoyra heima undir hesum nýggja samleika. Sáttmálasamráðingarnar endaðu við drúgvum verkfalli, har feløgini og samstarvið stóð sína roynd. Avgjørt var tí, at taka henda nýggja samleika og broyta Samtak og skipa øll arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið undir heitinum Verkafólk. Samtak, sum annars hevur verið felags pallurin fyri fakfelagssamstarvi seinastu 19 árini verður tí breytt. Verkafólk er nú 1. mei 2025 skotið av barkastokki, sum okkara felags samstarv, og vit vóna við tíðini at kunna fáa fleiri feløg við, sum eisini umboða verkafólk! Vit umboða verkafólk og ætla at seta dagsskránna i øllum málum, sum eru viðkomandi fyri okkara limir og virksemi okkara.
